Um Dagstovnin á Velbastað

Staðseting

Dagstovnurin á Velbastað liggur í náttúruvøkrum umhvørvi omanfyri bygdina á Velbastað, hvar hagin er okkara nærmasti granni. Vakurt útsýni er yvir fjørðin og oyggjarnar Heyst, Koltur og Sandoy.

Grønur stovnur

Síðani september 2016 eru vit miðvíst farin at arbeiða fram ímóti einum grønum stovni. Frammanundan miðvísu grønu leiðini, hava vit arbeitt við hugakinum endurnýtsla og hava eisini stórt verkstað til sama endamál.

Á hvørjum árið velja vit eitt ella fleiri grøn øki at arbeiða við. Útvaldu økini hanga sum bløð á okkara umhvørvistrøðum inni á stovninum.

Útvald øki: Endurnýtsla, grønir vanar, sankutøð, ruskskiljing, vistfrøðiligar/umhvørvisvinarligt tilfar, minka um plastnýtslu.

Í garðinum hava vit hugnaliga smáttu við grúgvu, haga við steinum, eina hóskandi á til børnini at spæla í og bálpláss.

Her er graslíkisvøllur til ymisk bólt/felagsspøl, slætt øki til súkklur, mánabilar o.a.

Í garðinum er eisini skreiðibani, reiggjur og ymiskar uttanduraleikur.

Hettar gevur børnunum ríkar møguleikar at nýta allar sansir, granska og at nýta kroppin á ymiskan hátt, við at klíva, reiggja, súkkla, ganga á ójøvnum lendi, spæla við vatn, sand, mold, vøkstur og smákykn.

Innandura hava vit:

Vøggustovu, barnagarðsstovu og frítíðarstovu, innrætta til spæl og virksemi, ið hóskar til barnabólkarnar.

Endurnýtsluverkstað og træverkstað, har børnini hava ríkar møguleikar at skapa úr ymiskun áhugaverdum tilfari. Tað stimbrar hugflog og skapanarevnið og eggjar til at hugsa umhvørvisvinarligt.

Stóra høll til ymisk endamál t.d. rørslu, plásskrevjandi spæl, felags tiltøk og framførðslur av ymiskum slag

Praktiskir upplýsingar

Á stovninum er børn heilt niður í uml.10 mánaðar aldur og upp til 9 ár. Barnatalið broytist nakað gjøgnum árið og .

Upplatingartíðir

- vøggustovan og barnagarðurin frá kl. 7.30-17.00 allar gerandisdagar

- frítíðarstovan 13.00-17.00 allar gerandisdagar uttan hósdagar, tá vit lata upp kl 10.30

Matarskipan, blæður o.a.

Stovnurin bjóðar millummála, mjólk og fyrrapartartin frugt. 

Blæur og matpakka hava tit við heimanífrá.

Klæðir

Føroyska veðurlagið ger, at tað er neyðugt hjá barninum at hava heit klæði, regnklæði og gummistivlar á stovninum hvønn dag. Eyka sett av klæðum má altíð liggja á stovninum. Navn skal verða á øllum klæðum.

Vit spæla við runu, sand vatn, mála og líma og grulva í grasinum og mangt annað sum dálkar. Tí skulu klæðini sum børnini eru í, eisini kunna brúkast til hetta endamálið

Frávera

Um barn tykkara av onkrari orsøk ikki kemur á stovn ella tit hava brúk fyri at møta í barnagarð ella vøggustovu seinni enn 9.30, verða tit biðin um at boða frá á tykkara stovu.

Dagar har barnagarðurin og vøggustovan eru stongd 

Umframt heiligdagar stongt millum jól og nýggjár, 3 vikur um summarið og tveir dagar um árið tá vit hava ráðleggingardag. Tórshavnar kommuna bjóðar fram eina tænastu til tey foreldur ið hava tørv á stovnsplássi millum jól og nýggjár og um summarið. Tó er ynskiligt at øll børn hava frí í minsta lagi minst 4 samanhangandi vikur í summarhálvuni.