"KIDS" og dygdarmenning aftur í ár

Lagt út tann 15. apríl 2019

Í marts og apríl mánað hava vit eins og í fjør arbeitt við KIDS, sum er stytting fyri Kvalitetsudvikling i Daginstitutioner.

Til ber at lesa meir um KIDS tilfarið við at skrolla niður á síðuna og finna tíðindaskriv frá 2018.

Eygleiðingar og afturboðanir eru gjørdar á øllum stovum í marts mánað. Síðani hava vit brúkt ein starvsfólkaafund og ráðleggingardag at viðgera okkara nýggju vitan.

Nøkur av starvsfólkunum hava roynt hetta fyri einum ári síðani, meðan onnur ikki hava roynt hetta áður.

Tveir eygleiðarar hava verið inni. Annika W Jacobsen, leiðari á Dagstovninum á Hamrinum og eg sjálv, sum eri leiðari her á staðnum.

Aftur í ár hava vit fingið nógv góð tjak og spurningar burturúr eins og vit hava fingið tíð at arbeiða við námsfrøðiliga rúminum, sum er ein tídningarmikil partur av okkara arbeiði.

Tað er ein fragd at vera leiðari hjá einum starvsfólkahópi, ið er so sinnaður at mennast fakliga og ynskir at skapa tær bestu umstøðurnar fyri at børnini kunnu mennast og trívast.

Vinarliga heilsan Gunrid, leiðari

Onnur tíðindi

06. mai 2019
Í summar er stovnurin stongdur í viku 29,30 og 31
15. apríl 2019
"KIDS" og dygdarmenning aftur í ár
20. september 2018
Hønur og Høsnarungar
29. august 2018
Garðdagur
29. august 2018
Ráðleggingarddagur 15. oktober 2018
17. januar 2018
Ráðleggingardagur 6. Apríl 2018
11. desember 2017
Felagsforeldrafundur var hildin 27.11.17
13. september 2017
Nógvar góðar løtur í garðinum og smáttuni uttanfyri.
07. august 2017
Barna­garðsstovan og verkstaðið skift um høli.
19. juni 2017
Starvsnæmingar
04. mai 2017
Børn í grønum umhvørvi
13. februar 2017
Grønur stovnur
25. desember 2016
Gleðilig jól
19. desember 2016
Jól
18. november 2016
Nýggj visjón
02. november 2016
Dagstovnu­rin á Velbastað 25 ár og Elsa Jacobsen 25 ára starvsdag
15. september 2016
Stovnurin
09. august 2016
Summar­ferian liðug
03. juni 2016
Endur­nýtsluverkætlanin Ævintýr
30. mai 2016
Sera fitt heimalomb