Hønur og Høsnarungar

Lagt út tann 20. september 2018

Nú eru hønurnar og ungarnir loksins komnar til gleði fyri bæði stór  og smá. Og eru vit við hønunum blivin enn grønari J

Við hønum eru nógvir møgulleikar fyri læring og menning hjá børnunum, um vit eru tilvitaði um, hvussu vit brúka hønurnar í námsfrøðiliga arbeiðinum.


Samanhangur og heildarfatan

Børnini eru við til alla gongdina frá unga til hana ella verpingarhønu og til hon doyr.


Burðardygd

Minka um matspillu við at geva hønunum restir, framleiga egin egg, brúka tøðini um várið tá vit planta ymiskt


Vitan um

Hønur, høsnarhald, tøð, lív og deyða, egg í matgerðini, nógv ymisk hugtøk.


Ábyrgd

Stovurnar skiftast um at hava ábyrgd av hønunum. Børn og vaksin syrgja hvønn morgun fyri at hønurnar hava vatn, mat og reint strøðilsi og taka eggini inn og dagfesta tey.

Vit hava ábyrgd av teimum í øllum veðrið og allar dagar. Í vikuskiftinum er sjálvandi eisini neyðugt at syrgja fyri hønunum og her kunnu tit foreldur skriva tykkum upp til okkurt vikuskifti, har tit saman við børnum tykkara geva hønunum í vikuskiftinum-kanska eru tit so heppin at fáa okkurt egg afturfyri J

 

Umsorgan og empati

Vit fara væl við hønunum og ungunum og virða teirra rætt til hvíld og fri, soleiðis at tær ikki gerast strongdar. Vit vísa børnunum hvussu tey á bestan hátt eru um hønur og ungar – at vera rólig og heldur at lata ungan/hønuna forvitnast og koma til tey enn at fara aftaná/ jagstra. Tað er í lagi at kína, men við máta.

Vit hyggja eftir um tær síggja út til at trívast og annars royna at gera tað so gott sum vit kunna, so tær kunnu verpa nógv egg til okkum J

Vit síggja longu nú at ungarnir eru spakir og forvitnir. Børnini hava tikið væl við mátanum at handfara teir, so teir hava álit á okkum og tað er sjálvandi gleðiligt. Sum vaksnar hønur fara vit heilt víst at fáa enn størri gleði av teimum nú teir eru so spakir.

Vit vóna at væl verður tikið ímóti hesum nýggja tiltaki.

 

Vinarliga heilsan

Gunrid

Onnur tíðindi

11. februar 2021
Føstulávint
03. februar 2021
Ráðleggingardagur 05.marts 2021
27. oktober 2020
Ráðleggingardagur á dagstovni­num á Velbastað
02. juli 2020
Foreldra kaffi
14. mai 2020
Dagførd tilmælir
13. mai 2020
Ráðleggingardagur fríggja­dagin 19. juni. 2020
17. apríl 2020
Stigvíst og varliga lata vit dagstovnin á Velbastað upp :)
21. februar 2020
Føstulávintshald
14. november 2019
Jólahald 13 des.
27. september 2019
Leiðari í farloyvi
06. mai 2019
Í summar er stovnurin stongdur í viku 29,30 og 31
15. apríl 2019
"KIDS" og dygdarmenning aftur í ár
20. september 2018
Hønur og Høsnarungar
29. august 2018
Garðdagur
29. august 2018
Ráðleggingarddagur 15. oktober 2018
17. januar 2018
Ráðleggingardagur 6. Apríl 2018
11. desember 2017
Felagsforeldrafundur var hildin 27.11.17
13. september 2017
Nógvar góðar løtur í garðinum og smáttuni uttanfyri.
07. august 2017
Barna­garðsstovan og verkstaðið skift um høli.
19. juni 2017
Starvsnæmingar