Føstulávint

Lagt út tann 11. februar 2021

So er aftur fastalávintsmánadagur fyri framman, og vit fara sum áður nevnt at halda dagin saman við børnunum á dagstovninum.Mánadagin er skráin tann, at vit um 10 tíðina fara at sláa tunnu, síðani fáa vit karry bollar og rís á døgverða,og seinrapartin bjóða vit føstulávintsbollar til millummála.Í ár…

Ráðleggingardagur 05.marts 2021

Lagt út tann 03. februar 2021

Fríggjadagin 05. marts verður Ráðleggingardagur á stovninum. Hendan dagin er stovnurin stongdur, hetta tí at starvsfólkið fer at hava eitt fagligan dag saman.

Ráðleggingardagur á dagstovni­num á Velbastað

Lagt út tann 27. oktober 2020

Fríggjadagin 27. nov er ráðleggingardagur á dagstovninum á Velbastað. Hendan dagin er stovnurin stongdur. Í ár fer ráðleggingardagurin at snúgva seg um framtíðarætlanir fyri okkara stovn og okkara gerandisdag saman við børnunum.  

Foreldra kaffi

Lagt út tann 02. juli 2020

Foreldra kaffi Í morgin fríggjadagin tann 03.07 2020 bjóð vit foreldrakaffi frá 15:00 - 16:30 Vit gleða okkum til at síggja tykkum til eina hugnaliga løtu í garðinum

Dagførd tilmælir

Lagt út tann 14. mai 2020

Dagførdu tilmælini, hjá dagstovninum á Velbastað í samband við covid-19, liggja á okkara Facebook vanga, vinarliga lesi og fyrihaldi tykkum til hesi.

Ráðleggingardagur fríggja­dagin 19. juni. 2020

Lagt út tann 13. mai 2020

Ráðleggingardagurin verður fríggjadagin 19. juni. Í hesum sambandi tekur stovnurin ikki ímóti børnum.

Stigvíst og varliga lata vit dagstovnin á Velbastað upp :)

Lagt út tann 17. apríl 2020

Góðu foreldur So byrja vit aftur og vit gleða okum til at takað ímóti tykkum og tykkara børnum. Kunning til tykkara,liggur á facebookvanganum hjá dagstovninum á Velbastað. Fari at biða tykkum um at lesa og fyrihalda tykkum til nýggju íkomnu støðuna á okkara dagstovni. Skjótt síggjast vit aftur og…

Føstulávintshald

Lagt út tann 21. februar 2020

Mánadagin 24. februar verður føstulávintshald á dagstovninum. Vit byrja dagin við at sláa tunnu kl. 10:00 og fara síðani at eta Karry bollar og rís til døgverða. Seinrapartin bjóðar dagstovnurin føstulávintsbollar til millummála og vit gleða okkum at síggja tykkum øll. Tey av tykkum sum hava hug eru…

Jólahald 13 des.

Lagt út tann 14. november 2019

Fríggjadagin 13. des verður jólahald á dagstovninum. Vit byrja kl.15.30 og tiltaki endar kl.17.00 Á skránni verður: Døgverði og jólahugni saman við børnunum um dagin. Seinni kunna foreldrini saman við børnunum njóta Lucia, Sangir og ein góðan drekkamunn. Eisini vitjar Jólakonan og gevur børnunum…

Leiðari í farloyvi

Lagt út tann 27. september 2019

Gunrid fer í farloyvi í tíðarskeiðnum 01.10.19 - 01.10.20. Leiðari hetta tíðarkseiði er Tóra Højgaard.

Í summar er stovnurin stongdur í viku 29,30 og 31

Lagt út tann 06. mai 2019

"KIDS" og dygdarmenning aftur í ár

Lagt út tann 15. apríl 2019

Í marts og apríl mánað hava vit eins og í fjør arbeitt við KIDS, sum er stytting fyri Kvalitetsudvikling i Daginstitutioner. Til ber at lesa meir um KIDS tilfarið við at skrolla niður á síðuna og finna tíðindaskriv frá 2018. Eygleiðingar og afturboðanir eru gjørdar á øllum stovum í marts mánað. Sí…

Hønur og Høsnarungar

Lagt út tann 20. september 2018

Nú eru hønurnar og ungarnir loksins komnar til gleði fyri bæði stór  og smá. Og eru vit við hønunum blivin enn grønari J Við hønum eru nógvir møgulleikar fyri læring og menning hjá børnunum, um vit eru tilvitaði um, hvussu vit brúka hønurnar í námsfrøðiliga arbeiðinum. Samanhangur og heildarfatan…

Garðdagur

Lagt út tann 29. august 2018

Fríggjadagin 21.september verður garðdagur. Nógv ymiskt er at taka hond í fyri at gera garðin og umstðunibetur. Vónandi ber til hjá teimum flestu at koma við til garðdagin, so vit fáa ein góðan dag saman. Saman við foreldraráðnum verður neyvari planlegging gjørd og meir kunning um dagin.

Ráðleggingarddagur 15. oktober 2018

Lagt út tann 29. august 2018

Ráðleggingardagur við Bo Hejlskov um hondtering av truplum atburði verður tann 15. oktober. Øll starvsfólkini eru tilmeldaði.

Ráðleggingardagur 6. Apríl 2018

Lagt út tann 17. januar 2018

(Stovnurin er stongdur allan dagin.) Hendan dagin fara vit m.a at arbeiða við evninum “KIDS” sum stendur fyri Kvalitetsudvikling i Daginstitutioner. KIDS er eitt amboð til meting og menning av dygd á dagstovnum. Fokusið hjá KIDS er at meta um námsfrøðiligu dygdina í lærings og menningarmøðuleikum…

Felagsforeldrafundur var hildin 27.11.17

Lagt út tann 11. desember 2017

Í samráð við foreldraráðið høvdu vit fingið Poulu Ejdesgaard at greiða frá um matoysl. Hon greiddi m.a. frá hvørji tiltøk, Dagstovnurin inni á Gøtu hevur gjørt í hesum sambandi. Poula kom eisini inná hvussu vit annars kunna hugsa um umhvørvið í gerandisdegnum við at tálma ymiskum burturkast og mink…

Nógvar góðar løtur í garðinum og smáttuni uttanfyri.

Lagt út tann 13. september 2017

Nanna, sum er í starvsvenjing í barnagarðinum ger mat í smáttuni eina fer um vikuna saman við børnunum. Tá er eisini neyðugt at telgja smásprek, so bálið kann kyndast.      

Barna­garðsstovan og verkstaðið skift um høli.

Lagt út tann 07. august 2017

Vegna økt tal av barnagarðsbørnum er barnagarðsstovan farin í størri høli. Barnagarðsstovan og verkstaði hava skift um høli. Barnagarðurin og frítíðarskúlin eru nú síð um síð. Hetta merkir, at tættari samstarv verður millum barnagarð og frítíðarskúla - m.a. vera starvsfólkini úr frítíðarskúlanum eis…

Starvsnæmingar

Lagt út tann 19. juni 2017

Nanna í Stórustovu og Steinbjarta Marnersdóttir, sum báðar lesa til námsfrøðing í Danmark, eru í starvslæru á stovninum frá 1. juni- 3. nov. Vit ynskja teimum hjartaliga vælkomnum:)